Fiskivinna Tíðindi

Aksel, Høgni og Poul stungið útróðarmennirnar í ryggin

Útróðrarmennirnir undir 15 tons í bólki 5B eru í dýrastu neyð, men ístaðinfyri at loysa trupuleikan, so hava Aksel, Høgni pg Poul stungið útróðarmennirnar í ryggin. Her skrivar útróðarmaðurin Sigmund Andreasen sína hjartans meining á Facebook:

“Eg má aftur skriva um mína ónøgd, spurningur til KVF hava tykkara journalistar fingi mundkurv? Man bíðar spentur eftir hvørjari tíðindasending, meðan allir smábátar liggja vælbundnir við kaj og fáa ikki loyvið at dríva lønandi fiskarí, tosa um royndir frá Magnus Heinason, hví ikki tosa við allir teir sum bjóða seg fram nú val liggur fyri framman so fólkið veit hvar krossurin skal setast, alt er so tyst so tyst? Minnir meg um tey komunistisku londini, hvar teir í stjørna bestemma hvat fólkið skal hoyra? Og hetta skal alt fólkið gjalda við tvang fyri vanaligt👎”

Sigmund Andreasen, tann 17.07.2019

Símun á Høvdanum : Ja, KVF arbeiðir bert fyri samgonguna. Tosaði við ein høgan í Løgtingsskrivuni fyri góðum árið síðani og segði hann, at um hendan samgongan tapti valið, so segði hann upp umgangandi, tí Løgmaður og Løgtingsskrivstovan hava ongantíð fingið meira frið frá høvuðsstaðarpressuni sum í hesari tingsetuni, tað var eitt helviti at arbeiða á Løgtingsskrivstovuni, tá ið Fólkaflokkurin og Sambandi vóru í samgongu, tá rann KVF eftir teimum dag og nátt, reint út sagt segði hann, at tað var ein ordilig heksajakt, nú er alt friður og ongin gerð nakað, soleiðis er støðan Sigmund Andreasen, verri skil. Ja, hetta líkist politikkinum í Kina.

SáH

Mynd Sigmund Andreasen

 

 

Símun á Høvdanum
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330. Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *