Fiskivinna Tíðindaskriv Tíðindi Vinna

Áheitan til samráðingar toymið – Avtakið uppboðsøluna

Í samband við, at ein nýggj borgarlig samgonga roynir at fáa seinastu bókstavirnir niður á samgonguskjalið, heitir formaðurin í Navigatørfelagnum limirnir, sum samráðast, um at geva manningunum betri treytir í lógini um tilfeingi.

– Mítt hægsta ynski er, at manningin fær betri kor í fiskivinnuni, og tað hendir við at avtaka uppboðsøluna soleiðis, at manningin veit hvat hon hevur at arbeiða við, sigur Anfinnur Garðalíð, formaður í Navigatørfelagnum.

Nýggja lógin hevur sakpt ein alt ov stóran ótryggleika, og alt ov nógvar spekulatiónir, tí at loyvini eru atskyld frá skipunum, soleiðis at tað ikki er skipið, men rættindahavarin, sum hevur valdið, sigur Anfinnur Garðalíð.

– Eitt dømi kann vera, at ein rættindahavari hevur nú møguleikan, at siga at ein skipaeigari kann fiska eina kvotu, og síðan fáa 40% av søluvirðunum, meðan rættindahavarin til kvotuna fær 60%. Manningin skal so avroknast fyri tey 40%, av tí, at rættindahavarin ikki eigur skipið, og hevur manningina í starvi, ístaðin fyri, at manningin varð avroknað fyri tey 100%, sum man gjørdi fyrr, sigur Anfinnur Garðalíð.

Hugskotið við nýggju lógini var, at man skuldi minka um umsetiligheitina, men tað er ikki eydnast, heldur hinvegin, sigur Anfinnur Garðalíð, formaður í Navigatørfelagnum.

– Í lógini stendur, at rættindahavarin kann vera persónur ella felag, og har hava vit eitt dømi um, at eitt felag hevur selt sítt skip av landinum, og síðan hevur felagið, sum átti kvoturnarselt tær til eitt annað felag í Føroyum, so umsetiligheitin er har framvegis, og hava rættindini ongantíð verið so umsetilig sum júst nú við tí nýggju lógini, sigur Anfinnur Garðalíð, formaður.

Anfinnur Garðalíð tekur annars undir við tí, sum Jan Højgaard sigur, og heitir á partarnar um at knýta loyvini at skipunum aftur.

Anfinnur Garðalíð,
Formaður FSN

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *