Bráðtíðindi Ítrottur Lokal tíðindi Tíðindi

Ægir vann stóru svimjikappingina “Ægir Open”

Ægir vann í stórum stíli svimjikappingina “Ægir Open” seinasta vikuskiftið.

Ægir vann helvtina av øllum 40 kappingunum. Ægir vann 20 gull, Suðuroyar Svimjifelag vann 11 gull og Havnar Svimjifelag vann 9 gull.

Tíðirnar vóru ikki av teimum bestu, men hetta er fyrsta ordiliga kappingin eftir summarsteðgin, men tó slóu onkrir svimjarar úr Ægir stór persónlig met, einamest hjá teimum yngru svimjarnum, eitt nú Malan Jóhansdóttir í 200 metur firvald, har hon forbetraði seg heili 11 sekund og vann ógvuliga sikkurt, hon kom inn við tíðini 2:36.86, gamla tíðin var 2:45.04 og var hon heili 38 sekund frammanfyri nummar tvey, sum gjørdist Signa Vár Dávadóttir frá Havnar Svimjifelag við tíðini 3:14.84.

Ein onnur, sum bert er 13 ára gomul og sum forbetraði seg nógv tær kappinginar hon svam, varð Jonna Joensen úr Ægir, í 1500 metur frí forbetraði hon seg við heili 1 min. og 19 sekund. Hon kom inn við tíðini 19:49.76 og gamla tíðin hjá henni var 21:08.37, sera flott.

Martin V. Sivertsen hevði sett seg fyri at svimja allar kappingarnar, nevnliga 20 kappingar í tveir dagar. Hann megnaði tað og eisini kláraði hann at vinna heili 4 kappingar, 100 ryggsvimjing, 200 firvald, 200 blandað og 800 frísvimjing, har hann eisini setti stórt persónligt met, hann kom inn við tíðini 9:05.12, gamla tíðin hjá Martin var 9:19.80, so ein forbetring uppá heili 14 sekund.

Rókur Trygvasson vann tvær kappingina, tað var í 200 bringa og 100 frísvimjing og har setti hann eisini persónligt met, hann kom inn við tíðini 52.13, gamla tíðin hjá honum var 52.56.

Besti svimjarin í Ægir gjørdist Signhild Joensen við 9 gull, beint í hølunum á henni kom Rebekka Trygvadóttir sum vann 7 gull. Fyri Suðuroyar Svimjifelag gjørdist Róland Toftum bestir við 9 gull og fyri Havnar Svimjifelag gjørdist Vár Erlingsdótti Eidesgaard best við 5 gull.

Tann mest spennandi kappingin var í 50 metur bringu, har Rebekka Trygvadóttir, sum er 14 ára gomul, vann við 0.02 sekundum á Ásbjørn Hjelm, sum er 19 ára gomul og sum svimur við Reysta.

Ægir fekk eisini heili seks nálir. Tríggjar talentnálir, 2 bronsu og eina bronsu við stjørnu. Tað er heldur ikki á hvørjum degi, at ein svimjari fær talentnál leygardag og bronsunál sunnudag, tað megnaði Jónas á Bergi, sera flott Jónas.

Samanumtikið ein stórur sigur til Ægir. Takka verður okkara góða venjara Jaime Arro, sum eigur sín stóra lut í góðu úrslitnum, stórt tillukku Ægir.

Ægir er júst nú ígongd við at skaffa sær nýggjar sponsorar og hava fyritøkur ella einstakligar hug at gera sponsoravtalur við Ægir, so eru tit vælkomin at kontakta Rannvu Sigfríðsdóttir, sum er forkvinnan í Ægir.

SáH

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *