Ítrottur Lokal tíðindi Tíðindi

Ægir og Signhild í BBC um limaskap til olympisku nevndini

Faroe Olympic hevur lagt eitt filmsklipp út á Facebook, um føroyskan limaskap til olympisku leikirnar.

BBC hevur verið í Klaksvík og tikið film upp av okkara besta svimjara Signhild Joensen, sum hevur eitt av sínum allerstørstu málum og ynskjum, at náa kravtíðina til Olympisku leikirnar í Tokyo og at luttaka undir føroyska flagginum Merkinum.

Hon hevur klára B kravið og um vit fáa limaskap, so hevur hon longu klára kravið til OL í Tokyo, men skal hon við danska landsliðnum, so skal hon klára A Kravið og har manglar lítið í, at hon eisini hevur klára tað.

Sjá filmsklippið av Signhild og onnur, klikk her ella á myndina herundir, “The campaign for Faroese IOC membership”

SáH

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.