Bráðtíðindi Ítrottur Lokal tíðindi Tíðindi

Ægir kvinnurnar føroyskt met í 4×100 blandað á FM 2019

Fyri løtu síðani eydnaðist tað Ægir at sláa føroyska metið í 4×100 metur blandað hjá kvinnum á FM á langgeil í Pálshøll í Vági og haldi tykkum fast, tær slóðu metið við 0.05 sekundum.

Ægir átti eisini gamla metið frammanundan og tað var tvey ára gamalt, tann 25 mai í 2017, tá svomu Ægir kvinnurnar 4:33.13 og nú svomu Ægir kvinnurnar 4:33.08.

Tær sum svomu vóru, Signhild Joensen rygg, Rebekka Trygvadóttir bringu, Malan Jóhansdóttir firvald og Barbara Debes frí.

Fantastiska flott svomu gentir og hetta gjørdist eisini einasta føroyska metið á FM á Langgeil á fyrsta kappingardegnum og sjálvandi átti Ægir tað.

Stórt tillukku Ægir og Jamie Arro.

SáH

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *