Ítrottur Lokal tíðindi Tíðindir

Ægir hevði eitt sera gott FM 2018

News.fo og Norðoyar Portalurin vóru í Páls Høll og hugdi eftir Føroyameistaraheitinum á langgeil í Vági.

Tað gekk gott fyri okkara lið Ægir, okkara dreingir setti tvey Føroyskt junior met, tað var í 4×200 frí og 4×100 frí og kundi eisini fingið eitt juniormet afturat í liðsvimjingini 4×100 blandað, men av ein ella aðari orsøk, blivu teir kolldømdir, sagt varð, at tað ein tjóðstartur.

Signhild Joensen gjørdist ársins svimjara hjá kvinnum og svimjaran við hægsta FINA stigunum, 769 stig, í hølunum á henni kom Óli Mortensen við 742 stig.

Vit høvdu 14 svimjara við og 13 av teimum forbetraði sínar tíðir. Havnar Svimjifelag gjørdist nummar eitt, HS hevði 25 svimjarar við og hevði keypt tveir svimjara upp frá Svømmeklubben Hovedstaden í Danmark, Óli Mortensen og Alva Hjelm (fyrrverandi Ægir svimjari) HS setti trý føroyskt met í liðsvimjingunum, væl hjálpir at Alva Hjelm.

Samanumtikið eitt sera gott FM 2018 fyri Ægir og prikkurin yvir i-num, Martin Sivertsen megnaði kravtíðina til NMU.

Takk fyri eitt gott FM 2018 øll somul.

Her myndir frá FM, klikk her “FM 2018 á langgeil”.

SáH

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *