Ítrottur Tíðindi

Ægir havt aðalfund og Rannvá Sigfríðsdóttir bleiv afturvald sum forkvinna

Í síðstu viku hevði svimjifelagið Ægir aðalfund og har bleiv nýggj nevnd vald.

Rannvá Sigfríðsdóttir hevði eina góða og positiva formansfrágreiðing, har hon fortaldi okkum, at Ægir hevði forbetra seg nógv, síðani Jamie Arro tók við sum venjari og hon var sera glað fyri góðu gongdina innan felagið.

Vit hava hópin av svimjarum og tað gleðiliga, sum hent er, at vit hava svimjarar í øllum aldri og tey ungu hava góðar venjara á øllum liðum.

Vit hava eisini einasta svimjara í Føroyum, sum hevur klára kravtíðina til heimsmeistaraskappina í Kína seinni í ár og tað er Signhild Joensen.

Vit blivu ikki nummar eitt seinasta føroyameistaraskap, men allir okkara svimjarar høvdu forbetra sína tíð munandi og eitt, sum venjarin er stak væl nøgdur við er at ongin av okkara svimjarum eru skaddur.

Hon vildu ikki taka nakran framum, men mátti nevna Súsanna Debes, tí uttan hana, so hevði staðið illa til hjá Ægir og hon takkaði henni mangar ferðir.

Týskvøldið skipaði nevndin seg og er hon hendan:

Rannvá Sigfríðsdóttir, forkvinna
Per Johannesen, næst formaður
Símin Michael Sørensen, kassameistari
Elsebeth Vilhelm, nevndarlimur
Símun á Høvdanum, nevndarlimur
Linda K. Hansen, skrivari
Súsanna Debes, samskipari

SáH

Símun á Høvdanum
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330. Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *