Politikkur Tíðindi

Ægir fær møguliga størri felagshølir og 100.000,00 kr. um nøkur ár?

Á temafundi seinasta týsdag samtyktu allar nevndir Býráðsins einmælt at taka undir við fíggjarætlanini hjá Klaksvíkar Kommunu fyri komandi ár og har bleiv svimjingin í býnum ikki nevnd við einum orðið.

Ægir kláraði seg avbera væl til FM á Stuttgeil fyri tveimum vikum síðani, har Ægir bleiv samanlagt nummar tvey og 10 Føroyameistaraskap blivu svomin til Klaksvíkar.

Ægir eigur eisini drotningina innan føroyska svimjing, nevnliga Signhild Joensen og hevur hon hægsta FINA tal, sum nøkur føroyskt svimjikvinna hevur svomi og nógvir av okkara heilt ungu svimjarum forbetraði seg heilt nógv, onkur yvir 10 sekund og tað er sera nógv innan svimjing.

Vit kundi eisini gjørt sum Havnar Svimjifelag gjørdi og keypt ein ella tveir svimjarar upp frá Danmark og so møugliga blivu nummar eitt, men tað gjørdi vit ikki, Ægir svam bert við svimjarnum sum svimja í Føroyum.

KÍ, sum gjørdist Føroyameistarar 2019 fær góðar 7 milliónir frá UEFA og tað er fantastiskt og væl unt.

Á KÍ veitsluni fekk KÍ eisini ein kjekk uppá heilar  100.000,00 kr. frá Klaksvíkar Kommunu, eisini fantastiska flott gáva.

Ígjøgnum alt árið hevur Klaksvíkar Kommuna goldið KÍ 100túsunds tals krónir til KÍ og sum eg hava fingið upplýst, so betalur Klaksvíkar Kommunu fleiri lønir til fólk í KÍ, eitt nú ítróttarmennaran hjá Klaksvík, men tað rokni eg ikki við er sannheit og tað havi eg heldur ikki kannað.

Øll eru vit stak góð við KÍ og skal eg reypa, so rokni eg við at eg eri besti áskoðarin hjá KÍ, farið til næstan hvønn dyst og betali gleðiliga 80,00 kr. hvørja ferð, sjálvt um eg taki túsundavís av myndum og koyri tær ókeypis í News.fo og Norðoya Portalin, so síggið eg fleiri og fleiri sum hava sokallaði fríkort og tey betala 0,00 kr. fyri at koma inn og rokni eg við at allir hinir myndamennirnir runt vøllin og teir eru ikki so fáir eftir hondini betala 0,00 kr. fyri at koma inn og hava aldrin betalt eitt oyra til KÍ.

Ægir, er tað av teimum stóru feløgunum í Føroyum, sum hevur ringast umstøður av øllum. Taka vit Suðuroyar Svimjifelag sum dømi og samanlíkna tað við Ægir, so hava tey felaghølir, hava fitness rúm, kafé og uppihalsstovu og fleiri aðrar hentleikar. Ægir hevur eitt felagshølið, sum er minni enn 5 ferðmetar, (eitt kustaskap). einki fittnes rúm og sum nú er, betalur Ægir fleiri túsund krónir til Íðka, fyri at venja har og so hevur Ægir ein kappingarhyl, sum er avoldaður og sum einki er gjørt við síðani 1974.

Hetta er munurin á , at hava ein formann, sum situr í Klaksvíkar Kommunu og sum eisini er formaður í KÍ, tí tá kann ein geva sínum felagið allar tær sømdir felagið hevur brúk fyri og oysa milliónir um árið til KÍ, men okkara  stolta svmjifelag síðani 1974 Ægir  fær lítið og einki.

Eitt eitur at keypa sær stemmur og fyri mær sær tað út sum, at tað er júst tað Klaksvíkar Kommuna gerð í løtuni og nú val aftur verður til Býráðið í 2020, so vera milliónir aftaná milliónir oystar í Djúpumýri og tá er lætt at vinna eitt Býráðsval, tí sum vit øll vita, so eiga vit Føroya besti áskoðarar og KÍ hevur túsundstals viðhaldsfólk og tey flestu hava eina stemmu og vit øll eru blá.

Ægir hevur enn sama kappingarhyl, sum bleiv bygdir í 1974 og har er ikki ein flisi skiftir út og rustir rennir niður eftir betongkantunum runt hylarnar, sjá myndir herundir.

Ikki so frægt sum eitt tillukku  fekk Ægir frá Klaksvíkar Kommun aftaná FM og ongan morgunmatur og onga móttøka, hetta er munurin á ítróttinum í býnum, men sum sagt, so hava vit ikki okkara formann/forkvinnu sitandi í Klaksvíkar Kommunu.

Undirritaði, sum var formaður í Ægir, stillaði upp til Býráðsvalið fyri trimum árum síðani, men eg hevði ongan livandi møguleika at koma inn, tí eg hevði ikki allar hasar milliónir at oysa til mítt felag og til lokal samfelagið, men eitt er so sikkurt, tað eru vit skattaborgarnir í Klaksvíkar Kommunu, sum koma at gjalda fyri rokningina og tað skulu vit øll vera glað fyri, tí en-de-li-ga bleiv okkara lið Føroyameistarar aftur.

Vit á News.fo og Norðoya Portalinum  fara at ynskja øllum okkara feløgunum í býnum, bæði lítil og stór eitt gott kappingarár og vónandi gerst KÍ Føroyameistara fleiri ár afturat og okkara stuðul skal ikki liggja eftir.

Koyr á KÍ

og Ægir, Mjølnir, Stjørnan, Team Klaksvík, Fimleikarafelagið, Klaksvíkar Judofelag osv, osv…..

Símun á Høvdanum, fyrrverandi formaður í Ægir

Hetta fekk HB í 2018 og upphæddin er blivin enn størri í 2019, klikk her, “FM-gull og milliónir til HB”

 

 

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *