Ítrottur Lokal tíðindi Tíðindi

Ægir aftur besta lið í Føroyum

Tann 22. desember skipaði Havnar Svimjifelag fyri SMS jólaspring 2018 í svimjihøllini í Gundadali.

Ægir vann 60 prosent av øllum kappingunum og er Ægir aftur besta lið í Føroyum.

Ægir vann 12 gull, Havnar Svimjifelag 6 gull og Suðuroyar Svimjifelag 2 gull.

Magnus Jákupsson svam við Ægir og settið óalment føroyskt met í 50 metur firvald.

Størsta føroyska talenti í Danmark nakrantíð, Magnus Jákupsson svam fyri Ægir í hesari kappingini og vann hann tvær kappingar, í 50 metur firvald, har hann kom inn við tíðini 24.08 sekund og tað er 0.66 sekund betri enn hansara føroyska met, sum hann settið í Frankaríki tann 18. november 2011, tá var tíðin 24.70 og 100 metur blandað, har hann kom inn við tíðini 56:02 og tað er bert 0.08 sekund frá føroyska metinum hjá honum sjálvum sum er 55:94, sum hann settið 12 mai 2012 í Tórshavn.

Annars er Magnus best kendur fyri hansara sera skjótu tíðir í ryggsvimjing. Har hann hevur øll føroysku metini. bæði í 50 metur rygg, 100 metur rygg og 200 metur rygg. Eisini er hann Danmarksmeistari í fleiri greinum og hevur fleiri donsk met. Hetta skrivaði hann á sínum Facebookvanga tann 24. juli í summar:

I 2011 vandt jeg min første senior guldmedalje til DM. Nu 7 år senere til DM på langbane 2018, er jeg blevet dansk mester 50 gange 🥇
Jeg vil gerne sige tak til alle dem der har støttet mig igennem årene!

In 2011 i won my first danish national senior national gold medal. Now 7 years later at the Danish Long Course Championships 2018 i got my gold medal no. 50 #swimming @ Denmark

Magnus Jákupsson er føroyingur, men svimur fyri Farum Svømmeklub og nú eisini Ægir, tað sama gera Óli Mortensen og Álvi Hjelm, teir eru eisini føroyingar og svimja fyri Svømmeklubben Hovedstaden og Havnar Svimjifelag, men munurin er tann, at teir sleppa at luttakað til FM í Føroyum, men tað sleppur Magnus Jákupsson ikki enn, men hetta mugu vit fáa í rættlag skjótast gjørligt.

Spennandi verður, um Magnus Jákupsson sleppur at luttaka fyri Ægir til næsta FM. Vit ynskja honum so hjartaliga vælkomnan í Ægir og hevur hann longu vant við Ægir og er sera væl dámdir hjá okkara svimjarum.

Einasta hann skal gera, er at melda seg til lim í Ægir og gera seg til Føroying, (um hann ikki longu hevur gjørt tað) og so kann hann svimja fyri Farum Svømmeklub og Ægir. Á tann hátt, er hann eins stillaður, sum Álvi Hjelm og Óli Mortensen, tí so kann hann at svimja bæði í Danmark og í Føroyum.

Hetta kann eisini gerast ein stórur fongur fyri Føroyska landsliðið í svimjing, tí tá kann hann umboða Føroyar í altjóða svimjikappingum.

Her almenni úrslitalistin fyri kappingina í Tórshavn tann 22. desember, klikk her, “SMS jólaspring 2018”.

Ynski øllum svimjarum í Føroyum eini Gleðilig jól og gott nýggjár.

Símun á Høvdanum

 

 

 

 

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *