Fiskivinna Tíðindi Uncategorized

Áargarður 2 enn ein góðan dag, 7.500 pund ígjár

Áargarður kom aftur frá útróðri klokkan 09:00 ígjár og høvdu ein góðan dag.

Teir høvdu roynt við línu norðan fyri Føroyar og høvdu 7.500 pund. Tað mesta toskur, 7.200 pund tosk og so 350 pund hýsa.

Áargarður er eitt sindur minni enn hinir útróðrarbátarnir og setur ikki so nógvar stampar, so gott fiska av teimum. Teir eru bara tveir mans við.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og landa bleiv til NFCS.

SáH

 

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *