Fiskivinna Lokal tíðindi Politikkur Tíðindi Vinna

7,9 milliónir í eitt svart hol í Tórshavn

Í gjár var aftur ein uppboðssøla, hesaferð var tað rættindir at veiða 5.000 tons av Norðhavssild og Hvalnes keypti 3.350 tons fyri 6.5 milliónir og Næraberg keypti 700 tons fyri 1,4 milliónir.

Sostatt kann sigast, at 7,9 milliónir blivu tiknar frá Norðurøkinum og beint í eitt svart hol í Tórshavn.

Ótrúðligt, at vit í útjaðarnum skulu gjalda fyri alt gildi í Tórshavn. Her skuldi man sett menningarkvotur inn, har hesar 7,9 milliónirnar sjálvandi skuldi verið verandi í Norðoyggjum, har teir eiga heima og har vit kundi ment okkara økið fyri pengarnar, tí sum nú er, so endar alt í einum svørtum holið í Tórshavn.

Vit kunnu ikki siga tað ov ofta, vit hava alt ov veikar útjaðarapolitikkara í Føroyum og tískil blomstar Tórshavn við risa inntøkum stjólnar frá útjaðarnum, soleiðis er tað bara.

Eitt tað størsta ránið í Føroyum er, at fyrst ferð høvuðsstaðurin við øllum pengunum frá uppboðssølunum, sum drenar útjaðaran fyri risa millióna upphæddir og so skal alt yvir kajkant í Tórshavn, bæði innfluttingurin og útfluttingurin og okkara politikkara standa sum neyt yvir deyðum fili og gera einki.

Hetta má steðgast skjótast gjørligt, fyrst má lóg setast í gildið, har allar havnir eru líka stillaðar og so má ein kvota setast á uppboðssølurnar, har tað verður býtt út til tey økir, sum gjalda fyri uppsølurnar, tí nú endar alt á einum staðið, nevnliga Tórshavn og tað hevur Tórshavn ALS ikki uppiborið at fáa.

SáH

 

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *