Bráðtíðindi Ferðavinna Heilsuverkið Tíðindi

72 doyðu av meslingum í Europa í 2018

Tilburðurin av meslingum í Europa er trýfaldaður í 2018 ímun til 2017. í 2018 fingu 82.000 staðfest hesa smittandi barnasjúku og tað er tríggjar ferðir so nógv sum árið fyri. 72 doyði í mun til 42 í 2017.

Hetta ovurhonds stóra tal kemur av at Europa hevur ov vánaligar koppingarskráir og at fólki í Europa ikki hava álit á mynduleikunum.

Í Danmark hava teir tamarhald á støðuni enn, men í Europa er ikki tamarhald á sjúkuni og man skal ikki ferðast langt, so er man í vanda at fáa smittuna, um man ikki er koppsettur, tí er tað sera týdningarmikið at man koppsetur seg ímóti meslingum.

TV2 Danmark hevði innlegg um meslingasjúkuna ígjár, les meira, klikk her “Mæslingetilfælde tredoblet i Europa”

SáH

Símun á Høvdanum
Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *