Heilsuverkið Tíðindi

680 børn fødd í 2018

Tilsamans 680 børn vóru fødd í Føroyum í 2018. 343 vóru dreingir og 337 gentir.

Mest var at gera á føðideildini á Landssjúkrahúsinum í mai mánað, tá 74 børn vóru fødd, og minst var í februar, tá 39 børn vóru fødd.

Onki barn var føtt nýggjársaftan, og fyrsta barnið í 2019 kom í verðina 1. januar. Tað var ein drongur.

Samlaða talið fyri 2018 er eitt vet hægri enn í 2017, tá 656 børn vóru fødd í Føroyum.

Kelda: ls.fo

  

 

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *