Lokal tíðindi Tíðindaskriv Tíðindir

Musikkstevnan 2018 í Klaksvík, byrjar klokkan tvey ídag

Fríggjadagin – á dýra biðidegi – verður árliga musikkstevnan fyri horn- og harmoniorkestini í Føroyum, hildin í Klaksvík.

Musikkstevnan er, tá ið horn- og træblásarar í øllum aldri kring landið hittast at spæla fyri hvørjum øðrum og øllum áhugaðum.

Fyrsta stevnan var hildin í Vestmanna í 1966, árið eftir var hon í Klaksvík, so í Havn og øll orkestrini hava síðani verið vertir fyri stevnuni eftir tørni – hetta er 52. árið á rað, at musikkstevna er, og 8. ferðin at hon er í Klaksvík.

Talið av orkestrum er vaksið síðan byrjanina. Fyrsta árið vóru tey 6, men nøkur eru komin afturat, og okkurt er ikki við. Hesaferð eru 7 føroysk hornorkestur við umframt harmoniorkestrið GHM og eisini eitt orkestur úr Danmark – Christianshavn Brass Band við Andrassi Olsen úr Havn á odda.

Fyri horn- og harmoniorkestrini í Føroyum er dýri biðidagur hæddarpunktið á árinum, so tað er altíð spennandi og hugaligt at hoyra á musikkstevnuni, hvat orkestrini hava vant av tónleiki í vetur – nýggjum sum gomlum, føroyskum sum útlendskum.

Harafturat eru tónleikararnir ógvuliga sosialir, og øll gleða seg at hitta vinir og kenningar hendan dagin. Um kvøldið er veitsla í Skálanum.

Stevnan er í Miðhøllini á Skúlatrøð, og hon byrjar klokkan 14. Signhild V. Johannesen, forkvinna í mentanarnevnd Klaksvíkar býráðs setir stevnuna.

Konsertin er ókeypis.

Kelda: Klaksvíkar Hornorkestur

SáH

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *