Fiskivinna Politikkur Tíðindir Vinna

2. viðgerð av uppskoti um broytingar í alilógini v.m. á Løgtingsfundinum ímorgun kl. 10.00

Í morgun tann 16. Apríl kl. 10:00 kemur 2. viðgerð av Løgtinsmálinum um uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um aling av fkiski v.m.

Nógv hoyrðingarsvar eru komin inn, heili 20 í tali og News hevur hugt eftir Hoyringarsvarinum frá Bakkafrost og Luna, Fylgiskjal 02, klikk her: “Ummæli av uppskoti um broytingar í alilógini”

Í lógaruppskotinum, sum er sent til hoyringar, eru nakrar týðandi broytingar av meginreglunum í okkara aliskipan, sum í ringasta føri kunnu vera til stóran skaða fyri føroyska alivinnu. Hugsað verður her serliga um at fara frá grundregluni um “Ein alari – eina fjørður”, og um tær broytingar, sum kunnu sáa iva um tryggleikan í aliloyvisskipanini.

Eitt annað hesa báðar risa alifyritøkurnar taka upp er, at politiska stýringin av framleiðsluni fær ein størri leiklut. Hetta slagið av vinnupolitikki hoyrir einari farnari tíð til. Í flestu framkomnum londum verður arbeitt út frá tí prinsippi, at endamálið við vinnupolitikkinum er at skapa stór virði sum gjørligt, og at vinnu politikkur og fordeilingspolitikkur eiga at verða hildin hvør sær… les øll hoyringarsvarini her: “77/2017 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um aling av fiski v.m.”

Samanumtikið eru flest øll skeptist um lógaruppskotið, men gongur tað sum vanligt, so verður ikki lurtað eftir okkara vinnu og alt verður koyrt ígjøgnum, til stóra gleði fyri Høgna Hoydal og hansara almenna harkaliðið.

SáH

 

 

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *