Tíðindaskriv Tíðindi

1,2% arbeiðsleys í februar – arbeiðsloysi framvegis fallandi

Arbeiðsloysi var 1,2% í februar í ár samanborið við 2,1% í sama mánað í fjør. Gongdin er lýst við trendinum, sum vísir, at arbeiðsloysið hevur verið støðugt fallandi síðani 2012. Tá lá arbeiðsloysið um 6-7%.

Myndin niðanfyri vísir arbeiðsloysi fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa arbeiðsloysisprosentið og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin fyri kynini.

Lítil munur sæst millum kynini. Í februar var var arbeiðsloysið 1,0% hjá monnunum og 1,5% hjá kvinnunum. Fyri sama mánað í fjør var arbeiðsloysi 2,0% hjá monnum og 2,8% hjá kvinnum. Arbeiðsloysi hevur verið støðugt fallandi bæði hjá monnum og kvinnum seinastu árini og munurin millum kynini er minkaður seinastu trý árini.

Í øllum økjum uttan í Sandoy er arbeiðsloysið minkað í mun til sama mánað í fjør. Størsta minkingin er í Eysturoy, Norðoyggjum og Suðuroy. Munurin millum Suðuroy og hini økini er nú ikki so stórur, sum hann hevur verið.

Í februar var minsta arbeiðsloysið hjá teimum í miðjum aldri 45-54 ár við 0,7% og tí yngsta aldursbólkinum við 0,9%. Hægst er tað hjá teim 25-34 ára gomlu við 1,9%. Í hesum aldursbólkin er munurin millum kynini serliga stórur, har tað er tvífalt so stórt hjá kvinnum sum hjá monnum.

Myndin niðanfyri vísir hvussu leingi fólk hava verið í arbeiðsloysi. Í februar hevði stívliga helvtin av teim arbeiðsleysu verið arbeiðsleys styttri enn 3 mánaðir.

Dagførdu arbeiðsloysistølini við fleiri útgreinaðum tøl finnur tú í hagtalsgrunninum býtt á øki, aldur, kyn og tíð í arbeiðsloysi her.

Stutt um arbeiðsloysi
Arbeiðsleys eru persónar millum 16-66 ár, sum eru skrásettir sum arbeiðsleysir hjá ALS og Almannaverkinum.

Arbeiðsleys eru eru uttan nakað arbeiði, eru fult tøk fyri arbeiðsmarknaðin og eru virkin arbeiðssøkjandi.

Tvey mát verða brúkt at gera arbeiðsloysið upp: fulltíðararbeiðsloysi og rakt av arbeiðsloysi:

Rakt av arbeiðsloysi: Tal á persónum, sum hava verið arbeiðsleysir 1 dag ella meira í mánaðinum.

Fulltíðararbeiðsloysi: Av tí at øll ikki eru arbeiðsleys allar dagar í einum mánað, verða øll, sum eru rakt av arbeiðsloysi, umroknað til fulltíðararbeiðsleys.

Arbeiðsloysisprosent: Fulltíðararbeiðsloysið í mun til støddina á arbeiðsfjøldini.

Stutt um trendin
Trendurin lýsir rákið í arbeiðsloysinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í arbeiðsloysinum.

Kelda: Hagstovan

SáH

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *