Merkisdagar Tíðindi

100 ár føðingardagurin hjá Fuglafjarða Kommunu, endaliga skráin

Skrá

í sambandi við 100 ára hátíðarhald kommununar tann 01. oktober 2018 sum sjálvstøðug kommuna

Almenn skrá:

Kl. 09.00-10.30: Morgunmatur í Mentanarhúsinum.

Kl. 10.00: Tónleikainnslag.

Kl. 11.00: Føðingardagslagkøka, smákøkur kaffi/te og leskidrykkir eru á borðinum allan dagin.

Kl. 15.00: Tónleikainnsløg til børn og ung.

Kl. 18.00: Borgarstjórin setur hátíðarhaldið við stuttum hugleiðingum.

Kl. 18.15 Tónleikainnslag.

Kl.18.30. Hugleiðingar av Dennis Holm, stýrisformaður í Kommunufelagnum um avbjóðingar hjá kommununum í komandi tíðum.

Kl. 19.00: Tónleikainnsløg.

Kl. 19.45: Framløga frá Steffen Stummann Hansen um søgubókina, sum er ávegis.

Kl. 20.30: Tónleikainnsløg.

Kl. 21.00: Hátíðarhaldið endar við fýrverki.

Afturat hesum verður skipað fyri niðarfyri standandi tiltøkum:

> Kl. 17.00: Avdúking av málningum. Partur av húsabygging og kirkjubygging yvir 100 ár í Fuglafirði verður lýstu, sum. Hans David og Signar á Brúnni hava gjørt. Avdúkingin fer fram á økinum oman fyri FK bygningin í miðbýnum.

> Kl. 14.00 – 20.00: Framsýning «Memory Lane» 1918-2018 – áhugafeløg gjøgnum tíðina» í Stórhúshøll á keiøkinum.

> Kl. 14.00-20.00: Framsýning hjá Solberg «gerandismyndir 2012». Kristfríð Tyril hevur tikið myndirnar.

> Kl. 14.00-20.00: Framsýnining «Heimið – karmur um handverk og skapandi evni». Tjóðsavn Føroya í bygninginum hjá Betri banka.

Íbúgvar á Hellunum eru vælkomnir heim til Jórun Eið og Atla Johannesen, har møguleiki er fyri at fylga við beinleiðis stroyming frá kl. 18.00-21.00.

Fuglafjarðar kommuna

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *