Tíðindi

Núpur komin aftur við 80.000…

Núpur kom aftur kl. 19:00 í kvøld. Teir hava roynt við línu norðanfyri. Teir høvdu umleið 80.000 pund á 6 setum, tað mesta toskur. Teir byrjaði túr tann 3. desember, men veðrið hevur ikki verið nakað serligt hendan túrin, so teir eru nøgdir við fiskaríið. Landa verður til Kósina í morgin. Hetta er væntandi seinasti túrurin hjá Núpi áðrenn jól. SáH  

Kvikk landaði 90.000 pund til…

Kvikk er afturkomin til Klaksvíkar. Teir hava roynt við línu á Munkagrunninum. Teir landaðu til Kósina og byrjaði teir at landa hann klokkan 06:00 í morgun. Kvikk hevði 90.000 pund, tað mesta var toskur og nakað av lastini bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar, tað var 37.356 pund, 24.056 pund long, 12.360 pund hýsag og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir. Kvikk byrjaði túr tann 1. desember. SáH KVIKK – ( KG 477 ) KLAKSVÍKAR HAVN 01-12-2019 11-12-2019 18.678  

Fiskivinna
Fiskivinna

Núpur komin aftur við 80.000…

Núpur kom aftur kl. 19:00 í kvøld. Teir hava roynt við línu norðanfyri. Teir høvdu umleið 80.000 pund á 6 setum, tað mesta toskur. Teir byrjaði túr tann 3. desember, men veðrið hevur ikki verið nakað serligt hendan túrin, so teir eru nøgdir við fiskaríið. Landa verður til Kósina í morgin. Hetta er væntandi seinasti túrurin hjá Núpi áðrenn jól. SáH  

Kvikk landaði 90.000 pund til…

Kvikk er afturkomin til Klaksvíkar. Teir hava roynt við línu á Munkagrunninum. Teir landaðu til Kósina og byrjaði teir at landa hann klokkan 06:00 í morgun. Kvikk hevði 90.000 pund, tað mesta var toskur og nakað av lastini bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar, tað var 37.356 pund, 24.056 pund long, 12.360 pund hýsag og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir. Kvikk byrjaði túr tann 1. desember. SáH KVIKK – ( KG 477 ) KLAKSVÍKAR HAVN 01-12-2019 11-12-2019 18.678  

Ítrottur

Í dag vitja Neista kvinnurnar…

Neistin og Stjørnan liggja ávíkavist nr. 4 og 5 í kappingini, og tí kunnu vit heilt sikkurt vænta ein góðan og spennandi dyst. Í steðginum verða lutaseðlar seldir, har drigið verður um ymiskir vinningar, millum annað ein stór matkurv, virðið 1.000 kr,-. Dysturin byrjar kl. 15.00.

Stjørnan skipar fyri tombola uttanfyri…

Leygardagin 7. desember kl. 11 skipar Stjørnan fyri tombola og lutaseðlasølu á parkeringsøkinum uttanfyri Inn í Klaksvík. Umframt tombola verður eisini møguleiki at keypa lutaseðlar, har drigið verður um eina leskuliga matkurv, virðið 1.000 kr, umframt gávukort frá millum annað SPORT 24 og Vera Klipt. Lutaseðlanir kosta 5 kr,- stk. Lutaseðlanir verða drignir eftir dystin Stjørnan – Neistin, sum verður sunnudagin 8. des. kl.15.00 So komið út til eina hugnaliga løtu uttanfyri Inn og stuðlið Stjørnuni! Vit byrja kl. 11. Hondbóltsfelagið Stjørnan

Ferðavinna

Allar bygdaleiðir avlýstar í dag

Í gjárskvøldið lýsti Stranfaraskip Landsins á heimasíðu teirra, at allar bygdaleiðir vera avlýstar í dag, undantíkið leið 700-701, sjá lýsing herundir. Veðrið er sera ótespuligt í løtuni og lovar hann verri veður í dag, tað er høvuðsorsøkin til allar avlýsingarnar. Eisini er broytingar í siglingini hjá Strandfersðluni. Eitt nú siglir Ritan ikki í dag, les meira herundir. SáH

Trafikproppurin í Runavík

Nú slapp enn einaferð ein Tjóveldismaður í KVF at kæra sína neyð. Hesaferð var tað Tobbi sum vísti á, trupulleikan við ferðsluni tá tunnilin letur upp. Stórsti trupulleikin er at Runavíkar kommuna eigur ongar pengar. Kommunan skyldaði fyri stuttum meira enn eina álíkning, sum viðførur at kommuna átti at verið sett undir umsiting. Undantak fekst tó tí toppurin av skuldarfjallinum var orsaka av yvirtøku av eldraøkinum. Harumfram sæst roknskapurin fram til oktober á heimasíðuni hjá gjaldstovuni. Hann vísur at at evnini at brúka pengar eru munandi betri enn evnini at goyma pengar. Ein forðing fyri einari loysn er ein miðbýar ætlan sum…

Vinna

Nýggi landsstýrismaðurin í umhvørvis- og…

Nýggi landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum, Helgi Abrahamsen, vitjaði týsdagin 10. desember á Arbeiðs- og brunaeftirlitinum saman við embætisfólkum. Landsstýrismaðurin hitti starvsfólk á stovninum og luttók á kunnandi fundi um virksemi stovnsins, har Leivur Persson, stjóri á Arbeiðs- og brunaeftirlitinum greiddi frá.

Føroyar og Russland gjørt avtalu…

Føroyar og Russland hava 6. desember skrivað undir fiskiveiðiavtalu fyri 2020. Hetta var 43. fundurin í felags russisku-føroysku fiskivinnunevndini. Samráðingarnar vóru í Tórshavn 5. og 6. desember 2019. Bert smávegis broytingar eru í avtaluni fyri 2020 í mun til avtaluna fyri 2019. Føroysku botnfiskakvoturnar í russiskum sjógvi vera óbroyttar í 2020. Føroyska toskakvotan verður 15.690 tons, og hýsukvotan verður 1.569 tons. Kvotan av flatfiski verður 900 tons. Samráðingarnar vóru merktar av einum ynski frá Russlandi um, at føroyska rækjukvotan í russiskum sjógvi skuldi lækka munandi. Fiskiskapurin eftir rækjum í Barentshavinum er vaksin seinastu árini, og alsamt fleiri skip undir russiskum…

Heilsuverkið

Børn og ung við ymiskum…

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna, hevur valt at raðfesta børn og ung á komandi fíggjarlóg. Hetta verður gjørt við at styrkja fleiri av teimum tilboðum eru í gongd, samstundis sum nýggj tilboð verða skipaði. Samanlagt hevur landsstýriskvinnan raðfest knappar 11 mió.kr. til ymiskar fyriskipanir, sum hava til endamáls at fyribyrgja, at børn og ung fáa umfatandi trupulleikar at dragast við. Samstundis verða skipaði fleiri tilboð, sum hava til endamáls at stuðla og hjálpa teimum, sum hava avbjóðingar av ymsum slag. – Vit mugu ásannað, at tað eru ov nógv børn og ung, sum ikki fáa hjálp og vit hava sum samfelag…

Landsstýriskvinnan raðfestir borgarar millum 18-66…

Í broytingaruppskotinum, sum er sent løgtingsins fíggjarnevnd, hevur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum valt at raðfest borgarar millum 18-66 ár, soleiðis at hesi ikki detta niðurímillum. Borgarar á Herberginum fáa røkt Herbergið hevur víst á, at tað er ein stór avbjóðing at hýsa fólki, sum umframt at hava víðfevndar sosialar trupulleikar, eisini eru vorðin røktarkrevjandi. Tørvur er á einum røktarheimi til hesar borgarar. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum og Martin Kúrberg, leiðari á Herberginum, hava í felag funnið eina fyribils loysn, soleiðis at hesir borgarar fáa hjálp. Herbergið átekur sær at hýsa teimum og fær í hesum sambandi…

Politikkur

Frádrátturin til Lærlingar einmælt samtyktur…

Løgtingið samtykti fyri løtu síðani uppskotið um lærlingafrádátt. Øll 30 stemmaði fyri uppskotinum. Uppskotið hevur við sær, at lærlingar fáa 50.000 kr. í frádrátti um árið, sjá upprunauppskotið her,  “Løgtingsmál nr. 12/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Frádráttur til lærlingar á 50.000 kr. árliga)” Uppskoti kemur longu í gildi 1. januar 2020. SáH